Vit kunnu kanska ikki broyta heimin her og nú. Men vit kunnu øll byrja at arbeiða við málinum í dag
- Mark Zuckerberg
Onnur tíðindi

Tað er eftir kanningar, sum lærdi háskúlin Newcastle University hevur staðið fyri, at nýggju fiskasløgini eru uppdagað. Fiskurin er øðrvísi frá fiskasløgum sum vanliga liva har tað er sera djúpt, tí hann hevur ikki stórar tenn og hevur heldur onga skræðu.

- Teir eru nærmast sum sjele, og uttan ógvusliga trýstið og kuldan heilt har niðri, so tola teir onki av og nærmast 'bráðna' um teir koma upp úr sjónum, sigur Thomas Linley, ein av granskarunum, sum var við til at finna fiskin í Atacama grøvini í Stillahavinum. Atacama er yvir 8.000 metrar djúp og sostatt eitt av djúpastu støðunum á klótuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo