Vit kunnu kanska ikki broyta heimin her og nú. Men vit kunnu øll byrja at arbeiða við málinum í dag
- Mark Zuckerberg
Filmsbrot

Sjónvarpsjournalisturin Elijah Turyagumanawe í Uganda var staddur uttanfyri heimið hjá andstøðuleiðaranum saman við nógvum øðrum tíðindafólkum, tí illgruni var um, at tey ráðandi ætlaðu at handtaka andstøðuleiðaran.

Tá politiið eina løtu seinni byrjaði at handtaka journalistarnar, gjørdi Elijah av at halda fram við síni beinleiðis reportagu, allan vegin í fongsulsklivan, hagani hann stutt eftir varð leyslatin saman við hinum.

- Politiið ger sítt arbeiði, sum er at fremja trygdina hjá landsins borgarum, men tey gloyma, at vit journlistar eisini gera okkara arbeiði, sum er at geva landsins borgarum upplýsingar um tað sum hendir.

Ísakaldi journalisturin og tann líka kaldi kameramaðurin vórðu leyslætnir seinni sama dag.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo