Satt gestablídni er kunsturin at fáa gestirnar at føla seg, sum vóru teir heima, hóast tú kundi ynskt, at tað var har, teir vóru
- ókendur
Krutl

31 ára gamli maðurin sæst á filminum koma inn í Tretjakovgalleríið, sum er ein tann kendasti listaskálin í Moskva, har hann tekur málningin, sum var tryggjaður fyri 1,2 milliónir krónur, niður av vegginum og fer á dyr, sum um tað var púra vanligt.

Tað gekk tó ikki long tíð, so var maðurin handtikin og málningurin fingin aftur upp á pláss, skriva fleiri miðlar, teirra millum AP.

Hendingin fór fram sunnudagin, maðurin var tikin í gjár, men hann sigur, at hann minnist ikki, hvar hann var sunnudagin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo