Dárin heldur væl standa til, um tað er eydnast honum at svara onkrum illa aftur
- V. Poulsen
Innlendis ítróttur

FSF: Seytjan mál vórðu skoraði í teimum fimm dystinum í 4. umfari í EFFO-deildini, sum varð spælt 2. páskadag, mánadagin 17. apríl. Og við 5-1 sigri á EB/Streymi, styrktu meistararnir um oddasessin í bestu deildini hjá monnum.

Í Havn spældu HB og B36 javnleik 2-2, og tað sama bleiv úrslitið millum KÍ og NSÍ, sum spældu í Klaksvík. Í Fuglafirði eydnaðist 07 Vestur at fáa síni fyrstu stig í ár, við at vinna 1-0 á ÍF. Fimti dysturin var á Tvøroyri, har nýggja suðuroyarliðið vann 2-0 á Skála.

Í FSF Varpinum niðanfyri ber til at síggja øll tey 17 málini, ið vórðu skoraði í 4. umfari í EFFO-deildini.

Sí málini

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo