Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Filmsbrot

Visti tú, at starar kunnu vera í einum so inniligum bardaga, at teir sansa onki rundan um seg?

Sum hetta stutta filmsbrotið, sum er tikið upp á alfaravegi í Vestmanna, vísir, so leggja teir onki í um onkur kemur nær og tekur film av teimum.

Tá ein súkkla kom framvið gjørdust teir tó kløkkir, og fóru at hugsa um at sleppa sær burtur av vegnum, har teir lógu og bardust.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo