Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak
Krutl

DR3 hevur vitjað eitt sjúkrahús í Danmark, har sunn og frsk menniskju kunnu bjarga mannalívum við at donera sín kukk.

Hvidovre Hospital og Aarhus Universitetshospital hava seinasta hálvtannað árið viðgjørt 60-70 sjúklingar, sum eru vorðnir sjúkir av tarmbakteriuni Clostridium difficile, við kukkinum hjá øðrum fólki.

Sum navnið eisini sigur, so er hetta ein torfør bakteria at berja niður, eins og hon eisini smittar - og tann herviliga diarré stendur við í fleiri mánaðir.

Men eftir at hava transplanterað kukk við góðum bakterium upp í baktarmin á sjúkum, eru umleið 66 prosent vorðin frísk. Og eftir fleiri viðgerðir eru yvir 90 prosent av sjúklingunum vorðnir grøddir.

Sí innslag her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo