Ongin gevur seg fátækan
- føroyskt orðatak
Onnur tíðindi

- Tað er eingin, sum ger seks sendingar um "Skil pedagogin". Vit hava brúk fyri bæði fiskinum og pedagoginum í Føroyum. 

Millum annað soleiðis segði Lív Patursson, samfelagsfrøðingur, á Vaglinum hósdagin í sambandi við mótmælistiltakið hjá Pedagogfelagnum, har eini 1000 fólk vóru møtt upp fyri at lurta og stuðla.

Og nú semingsstovnurin er komin uppí leikin í enn einari roynd at finna eina semju ímillum Pedagogfelagið øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hinumegin, er kanska hóskandi, frá einum pedagogperspektivi, at líta aftur í tíðina, til 2012, tá Mia Jacobsen gjørdi niðanfyristandandi videobrotið í sambandi við pedagogverkfallið, sum var á skránni tá.

Mia grundgevur fyri í videobrotinum, hví pedagogarnir eiga at fáa eina lønarhækkan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo