Vit kunnu kanska ikki broyta heimin her og nú. Men vit kunnu øll byrja at arbeiða við málinum í dag
- Mark Zuckerberg
Útlendis ítróttur

Einki er sum ein grannauppgerð í Westfalia ein leygardag seinnapart - ímillum Borussia Dortmund og Schalke 04.

Tó so kann ein róliga siga, at grannauppgerðin í gjár ímillum liðini bæði, sum liggja á einum ávikavist 3. og 5. plássi í týsku Bundesdeildini við 24 og 21 stigum - Schalke liggur frammanfyri Dortmund - var nakað meira enn tað vanliga.

Tí eftir at Borussia Dortmund hevði lagt seg fram um 4-0, eftir at einans 25. minuttir vóru leiktir av dystinum, megnaði Schalke 04 onkursvegna at hála seg uppá 4-4. Fyrsta málið hjá Schalke kom í 61. minutti, meðan tað síðsta kom í 94. minutti. Pierre Emerick Aubameyang hjá Dortmund varð útvístur í 72. minutti.

Sí málini frá dystinum her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo