Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak
Politikkur

Løgtingið hevur samtykt frávik, so uppskot um álitið hjá Fíggjarnevndini kemur til viðgerðar í dag.

Álitið er viðvíkjandi uppskotinum til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2019-2.

Meirilutin (Magnus Rasmussen, Jákup Mikkelsen, Brandur Sandoy og Bill Justinussen) vísir á, at eykajáttanaruppskotið kann býtast í tríggjar partar, og hesir eru lógarbundnar útreiðslur, rakstrarútreiðslur íroknað mettar lønarhækkingarútreiðslur fyri 4. ársfjórðing 2019 og íløgur.

Meirilutin leggur dent á, at eykajáttanir sum meginregla skulu vera útreiðsluneutralar. Hetta ber í sær, at í tann mun útreiðslur verða øktar á einum øki, skulu samsvarandi minkingar fara fram á øðrum økjum. 

Skipanin við “Arbeiðsfremjandi tiltøk” hevur nú nøkur ár á baki og útreiðslurnar eru støðugt øktar seinastu árini. Meirilutin heldur, at Almannamálaráðið eigur at útvega eina frágreiðing um útreiðslugongdina og skipanina sum heild.

Meirilutin tekur ikki undir við at játta pening til flyting av Mentamálaráðnum, og heldur ikki til Yrkisútbúgvingarskrivstovuna í sambandi við trípartasemjuna. Orsøkin er, at nevndin fekk upplýst, at peningur er tøkur í ráðnum til endamálini.

Meirilutin er eisini varugur við, at fleiri av eykajáttanarumbønunum eru lógarbundnar útreiðslur, sum landskassin hevur skyldu at gjalda. At játtanin nú vísir seg at vera ov lítil er orsakað av, at undanfarna samgonga í fleiri førum lækkaði upphæddirnar, sum landsstýrið kom í Løgtingið við til fíggjarlógarviðgerðina á heysti 2018.

Meirilutin heldur, at tað er skilagott at játta 21 mió. kr. til Hvalbiartunnilin, so verkætlanin ikki steðgar upp, men ístaðin verður fyrr liðug. Viðvíkjandi H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum hevur tað stóran týdning, at bygningurin verður innilokaður sum skjótast, og tí tekur meirilutin undir við at játta 21 mió. kr.

Meirilutin finst harðliga at undanfarna landsstýri, sum hvørki útvegaði Strandferðsluni neyðuga játtan ella loyvdi neyðugum tiltøkum til tess, at fíggjarætlanin kundi halda. Hetta er orsøkin til, at Strandferðslan nú biður um eina eykajáttan, sum meirilutin tekur undir við.

Alt álitið kann lesast her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo