- Eg gloymi aldri eitt andlit. Men í tínum føri fari eg at gera eitt undantak
- Groucho Marx
Politikkur

Sjúkrahúsverkið hevur bráðfeingis tørv á 10 milliónum, sigur landsstýriskvinnan, og hevur heitt á Fíggjarnevndina hjá Løgtinginum at játta eina eykajáttan uppá 10 milliónir. Millum annað vegna tess, at ein óvæntað rokning er komin uppá serviðgerð uttanlands í 2016 og 2017 uppá uml. 7 milliónir kr. 

Harumframt hava útreiðslur til serlæknar og konsulentar innan serlæknaøkini verið dýrari enn væntað, tí at vit enn hava ov fáar læknar í føstum størvum. Tí er fíggjarnevndin biðin um at ganga einum fíggjarnevndarskjali uppá 10 milliónir á møti. 

Sjálvandi mugu vit tryggja, at sparingar ikki verða settar í verk í óðum verkum, sum kann seta trygdina og heilsuna hjá føroyskum sjúklingum í vanda. Og tí kunnu vit ikki avvísa hesa áheitan – sum hevði haft ta avleiðing, at fleiri sparingar mugu setast í verk beinan vegin. 

Tíbetur eru vit komin til eina semju í Fíggjarnevndini millum samgongu og andstøðu, har vit játta peningin til ta eykarokning uppá 7 milliónir fyri serviðgerð uttanlands fyri 2016 og 2017, men sum nústani er komin her á sumri í 2018.  Tað er ein bráðkomin og frammanundan ókend útreiðsla, sum kann játtast við fíggjarnevndarskjali. 

Tað ljóðaði annars, at partar av andstøðuni hildu, at øll eykajáttanin kundi bíða. Men tað ber ikki til, og hevði verið við til at skapt ótryggleika í øllum heilsuverkinum! 

Hin vegin hava vit ikki játtað meira enn tær 7 milliónirnar fyri eykarokningina. 

Tó eru vit samd um at boða landsstýrinum frá, at tænastustøðið í sjúkrahúsverkinum skal tryggjast – og at støðan og møgulig eykajáttan skal takast til viðgerðar tá tingið kemur saman eftir summarfrítíðina. Hetta er eitt mál, sum løgtingið prinsipielt eigur at viðgera. 

Vit hava nýliga samtykt í Løgtinginum, at viðgerðartrygd skal vera galdandi í Føroyum – og tað krevur eina nágreiniliga politiska heildarviðgerð, so at ætlanin um viðgerðartrygd kann fremjast.

Helena Dam á Neystabø, fíggjarnevndarlimur fyri Javnaðarflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo