Eg havi lært hesa mótsøgn, at um tú elskar, til tú fært ilt, so hvørvur pínan, og kærleikin verður eftir
- Móðir Teresa
Lesarin skrivar

Mynd: Arni Johansen

Erhard Joensen!

Í mongum í tínari vælskrivaðu grein eri eg púra samdur, men eg noyðist at gera vart við 2 faktuellar  skeivleikar í tínari grein.

1.

Tú skrivar at vit skulu hava eina vissu um at vit koma í viðgerð í seinasta lagi 30 dagar aftaná s j ú k u b y r j a n.

Hetta er als ikki hvat viðgerðartrygd umfatar og vildi eisini verið fullkomiliga ómøguligt at gjøgnumført í nøkrum landi, hvussu so nógvir pengar vóru tøkir.

Viðgerðartrygdin, sum er i gildi í Danmark sigur, at sjúklingurin skal fáa viðgerð í seinasta lagi 30 dagar eftir at diagnosan er sett, ella sjúklingurin er vístur til viðgerðarstovn til íverksetan av viðgerð.

Allir føroyingar, sum eru í Danmark, um teir so eru sendir hagar av føroyska sjúkrahúsverkinum, ella teir búgva í Danmark, eru longu fevndir av donsku viðgerðartrygdini. Ja, tey, ið verða send niður, koma framum í køini og verða sett í viðgerð beinanvegin. So viðgerðartrygd í fólkatingsvalstríði er bluff.

Tað vil siga, at avmarkingin liggur í okkara primersektori, altso kommunulæknaskipanini.

Vit mangla framvegis ein hóp av kommunulæknum, og tað er m.a.her vit skulu seta inn.

Ein viðgerðartrygd har vit senda óavgreddar sjúklingar í eyst og vest gjøgnum hundadýr tryggingarfeløg,kemur sostatt ikki at bøta um grundtrupulleikan,nevniliga mangulin uppá kommunulæknar.

Ongin misskiljing skal vera. Eg haldi at hugskotið um viðgerðartrygd er gott, og eigur at setast í verk tá ið heilsuverkið er útbygt til tað og her komi eg til atfinning nummar tvey.

Í læknaverðini hava vit eitt hugtak sum eitur “empiri” - tað vil siga at vit hava vidgerðarhættir sum hava roynst væl og sum vit ti nýta aftur.

Sama hugtakið kann nýtast í politikki. Vit seta okkum ein “empiriskan” spurning: Er tað sannlíkt at sambandspolitikkur kann nýtast á heilsuøkinum? Svarið er . Nei!!

Tí “empiriin” frá tíðini 2011 til 2015 sigur okkum at tað vanstýrið á heilsuøkinum fara vit ikki at royna aftur!

Eg arbeiddi jú í systeminum hesa tíðina og her kundi ein sanniliga tosa um niðurpíning av heilsuverkinum: sjúklingar á gongini, langir bíðilistar og í hvussu so er tríggjar ferðir har sjúklingar ikki sloppu av landinum vegna peningatrot (her tosar tykkara formaður beinleiðis móti veruleikanum, tá hann sigur nakað annað).

Eg eri ikki samdur í at vit dag og dagliga merkja at peningatrot í heilsuverkinum.

Eri samdur í at nógv manglar í at vera komin á mál, men hesi seinastu 4 árini hevur tað verið munin lættari at arbeitt í relatión til sjúkrahúsverkið.

Tilvísingar vera sum heild væl skjótari viðgjørdar, so har merkir ein at fleiri serlæknar eru settir.

A røntgendeildini verður arbeitt sera skjótt. Vit fáa ofta myndasvar sama dag sum myndin er tikin ,og í seinasta lagi morgunin eftir.

Bíðitíðin á eygna- og oyrnadeildini er stutt.

Haldi eisini at ein kann vera nøgdur vid avgreiðslutíðina á medisinsku deildunum (frásæð gigtadeildini)og skurðdeildini.

Gevi tær púra rætt í, at játtanarskipanin eigur at vera nógv meira liðilig, og at tað eigur ikki at henda sum herfyri, at sjúklingar ivast um hvørt teir sleppa til lívsneyðuga viðgerð í Danmark.

Kann vera at vit skulu hava eina kollveltandi skipan innan heilsuverkið, men tað fáa vit heilt vist ikki við Sambandsflokkinum.

Signar P. Dam
kommunulækni

(Sum valevni eisini gera, tá ið tey skriva á VP, so er goldið fyri hesa greinina)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo