Tað eru tveir marknasteinar í tilveruni hjá víðskygda journalistinum. Tá ið hann varnast, at eingin er áhugaður í sannleikanum. Og tá ið hann verður vísur í, at eingin er áhugaður í sannleikanum
- Høgni Mohr
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Vísandi til kunningarskriv frá meiriluta býráðsins um, at vit í minnilutanum hava vrakað teirra uppskot um samarbeiði, síggja vit okkum noydd til at koma við einari viðmerking.

Eftir, at Kristina Roest tók seg úr samgonguni í býráðnum, bjóðaðu vit javnaðarflokkinum samstarv. Vit settu okkum í samband við Bjarna Hammer í august mánaða í fjør hesum viðvíkjandi, og hann lovaði at venda aftur.

Men hóast fleiri áminningar hoyrdi vit einki. Ikki fyrr enn beint áðrenn jól - stutt eftir, at fiskivinnunýskipanaruppskotið og fíggjarlógin vóru samtykt á tingi - vóru vit kunnaði um, at Kristina Roest og Javnaðarflokkurin í býráðnum høvdu skipað valbólk. Alvi Mortensen bleiv boðin við í hendan valbólk, men hann takkaði nei.

Vit í minnilutanum royndu enn einaferð at fáa semju í lag og boðaðu til fundar. Vit bjóðaðu teimum formannin og ein lim (t.v.s. meirilutan) í 3 nevndum, umframt ein lim í teimum 3 nevndunum, har vit høvdu meirilutan og formannin.

Harumframt stóð teimum í boði at varðveita formannin í øllum teimum stóru, týðandi og gevandi sessunum, so sum limin í Suðuroyar Bú- og Heimatænastu og Suðuroyar Barnaverndartænastu (hesir eigur formaðurin í sosialu nevnd), formannin í IRF, og sessin sum formaður í bygginevndini fyri nýggja barnagarðin í Trongisvági. Alt sessir, ið Kristina Roest hevði telvað seg til í undanfarnu samgongu. Hesum tóku tey ikki av.

Eftirfylgjandi hava vit bjóðað teimum allar sessirnar í teimum nevndunum, har tey hava formannin, og ein lim í hinum nevndunum. Tað vil siga, at meirilutin fær 12 av 18 nevndarsessum. Men tað er heldur ikki nokk.

Tað einasta, vit fingu bjóðað frá teimum, var formannssessin í Umhvørvis- og trivnaðarnevndini.

Borgarstjórin og varaborgarstjórin eru vald fyri alt tíðarskeiðið, og borgarstjórin er altíð formaður i fíggjarnevndini.

Her skal tó verða lagt afturat, at tey vildu hava meirilutan í ØLLUM nevndunum. Hetta sæst ikki í kunningarskrivinum frá Javnaðarflokkinum á Tvøroyri.

Vit vilja við hesum gera vart við, at her ikki er talan um vilja til samstarv, men heldur, at vit verða sett uttanfyri alla ávirkan.

Vit ynskja ongar ósemjur, men alt tað besta fyri Tvøroyri.

Minnilutin í býráðnum á Tvøroyri, Kristin Michelsen, Anita Vibergsdóttir og Alvi Mortensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo