Um tú ert ein av teimum sum heldur, at pengar ikki eru eydnan, so kann eg vissa teg um, at tær hevði dámað fátækradømi enn minni
- ókendur
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Fyri at forða fyri óneyðugum misskilingum í sambandi við tíðinastubba í KVF í gjár, vil LGBT Føroyar gera vart við, at rørslan ongantíð hevur frárátt útlendskum lgbt ferðafólkum at vitja á bygd ella sagt, at hesi ferðafólk ikki skulu kenna seg vælkomnan á bygd, eins og tað hevur verið róð upp undir á sosialu miðlunum.

Harafturímóti hevur rørslan verið við til at tiltrekkja ferðafólk eins væl og útisetar heim aftur til allar Føroyar.

Hinvegin vóru upprunaliga ráðini til lgbt ferðafólk, sum vóru orðaði, tá LGBT Føroyar var stovnað á sinni, um at vísa varsemi, tá talan var um kroppsligt samband í náttarlívinum í Havn, eins og á bygd.

Her er talan um at vísa fólkaskikk og sømuligan atburð, sum eigur at vera galdandi fyri øll - óansæð kynsliga sannføring.

Hetta er somuleiðis púra vanlig vegleiðing til lgbt ferðandi í flestu ferðabókum fyri flest ferðamál, ið ikki eru stórbýir so sum San Francisco, New York ella London, har LGBTarar í áratíggju hava verið ein sjónligur partur av samfelagnum.

Orsøkin til hesa standard vegleiðingin er, at LGBTarar søguliga hava verið útset fyri niðurgerðing og í ringasta føri harðskapi kring allan heim.

Síðan upprunaliga vegleiðingin til lgbt ferðafólk varð orðað, er tíbetur nógv broytt til tað betra í Føroyum, og tí varð orðingin mett ótíðarhóskandi og dagførd í fjør á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands.

Tíverri er henda dagføringin ikki komin við í seinasta feðafólkafaldaran hjá Sansum og á einari gamlari undirsíðu á lgbt.fo.

Undirsíðan er nú eisini dagført, og óivað fer faldarin hjá Sansum eisini at brúka somu dagførdu orðing í teirra komandi faldara.

LGBT Føroyar fegnast samstundis um vaksandi talið av útlendskum lgbt ferðafólki, sum hvørt ár velja at vitja Føroyar umkring Faroe Pride, eins og restina av árinum.

Hesi ferðafólk dragast at einum munandi meira rúmligum Føroyum.

Tað sama gera limirnir í LGBT Føroyum, og tað kunnu vit bara øll fegnast yvir.

- Nevndin í LGBT Føroyum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo