Eg havi ikki lykilin til framgongd. Men lykilin til mótgongd er at royna at gera øllum til vildar
- Bill Cosby
Lesarin skrivar

Í einum lýsingarátaki frá Miðflokkinum, sigur Karstin Hansen, at eitt siðaskifti fer fram í Føroyum.

Hetta siðaskiftið snýr seg um: ”………broytingar í hjúnabandslógini, lóg um løgfrøðiligt kynsskifti og mangar aðrar LÍKNANDI LÓGIR………..”

T.v.s. at siðaskiftið, sum K.H. tosar um, snýr seg um kyn.

Eitt annað siðaskifti, sum er farið fram hesi seinastu umleið 20 árini, og sum K.H. ikki nevnir, er innan kristindómin. Hetta siðaskiftið hevur Miðflokkurin skapt og snýr tað seg um nalvan.

Sambært hesi nýggju kristnu læruni er nalvin markið millum trúgv og ikki-trúgv.

Nalvin er markið millum tað heilaga og tað heidna.

Nalvin er markið millum tað andaliga og tað verðsliga.

Nalvin er markið millum frelsu og glatan.

Nalvin er markið millum ævinleika og tímiligleika.

Nú sigur K.H. at kynssiðaskiftið er ein hóttan ímóti vælferðarsamfelagnum. Samhaldsfestið fer at ”víkja og svíkja”, sum hann tekur til.

Hvussu hann kemur til hesa niðurstøðu veit eg ikki. Og er tað sama ikki galdandi fyri tað kristiliga siðaskiftið, sum KH tekur undir við?

Eg meini so við: Hví hevur kynsskifti størri negativa ávirkan á samfelagið, enn tað at flyta Jesu boðskap niður um nalvan?

Tá ið KH var landsstýriðsmaður í fíggjarmálum, framdi hann eitt av teimum størstu kristiligu/etisku átøkunum í mínari tíð. Við fullum áliti á Harran lækkaði hann blokkin og ”frysti” restina.

So fór hann uppí Miðflokkin, tí hann tók undir við kristna siðaskiftinum. Og nú broyttust tey kristnu/etisku virðini.

Nú var tað niðanfyri nalvan tey kristnu/etisku virðini lógu. Tí var tað at eitt tað fyrsta, sum samgongan hjá Miðflokkinum gjørdi, var at fara aftur til Danmarkar at fáa danska fólkið – hetta sama fólk, sum Miðflokkafólk meta at vera ókristiligt – at gjalda meira til umsorganina av teimum gomlu, sjúku og veiku.

Niðurstøðan er at KH er kristiliga/etiskt verri  fyri nú, enn tá hann var limur í Tjóðveldi.

Miðflokkurin og KH leggja í ”reklamuni” upp til, at tað eru Javnaðarfl. og Tjóðveldi saman við Honnu Jensen og Ruth Vang, sum fara at avtaka vælferðarsamfelagið, og at tað eru tey, sum taka undir við undirlívskristindóminum, sum koma at bjarga tí.

Ja, tað verður enntá hildið uppá at undirlívskristindómurin hevur skapt vælferðarsamfelagið.

Hetta er at manipulera við sannleikanum.

Sannleikin er, at tað er sosialdemokratiska rørslan í Danmark, sum hevur størsta heiðurin fyri føroyska vælferðarsamfelagnum.

Tá ið man svør seg til tey kristnu virðini, so eigur man eisini at royna at liva upp til tað.

Tað gera KH og Miðflokkurin ikki.

Og í meðan tey brúka tær heilagu skriftirnar í teirra skitna politiska spæli, og niðurgera øll tey sum ikki hava somu kynsligu fantasiir sum KH og hansara brøður og systrar í andanum, so  er tað framvegis tað danska samfelagið – sum føroyskir kristnir nalvaskoðarar brúka sum ræðumynd – ið er trygdin undir okkara gomlu, veiku og sjúku.

Hetta er ein sera ókristilig støða at vera í.

Men tað skítur okkara kristna elita á!

Ongin prestur, prædikimaður/-kvinna, kristinboðari osfr. missir svøvnin av tí. Tey flestu hava úr at gera við at fáa sítt kristna univers at hóska til sínar kynsligu fantasiir.

Fyri at ongin misskiljing skal vera, so fari eg at siga, at hetta er ongin verjurøða fyri teirri nýggju hjúnabandslógini ella kynsskifti ella ”líknandi lógum”.

Men tá eg av royndum veit at okkara kristiligu leiðarar onki fara at gera við ólevnaðin og óflýggjaskapin, sum kemur frá Miðflokkinum, ja, so má eg bara gera tað sjálvur.

Kristoffur D. Olsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo