Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Lesarin skrivar

AA - ella Vinnuhúsið - nokta at samráðast við FPU, sum umboðar sjónarmiðið hjá føroysku flogternunum.

Og nú krevur AA at arbeiðsstaðurin hjá flogternunum í DK verður fluttur úr Keypmannahavn til Vágar í sambandi við umskipan av arbeiðinum hjá felagnum. 

Leiðslan hjá AA vil vera við, at hetta einki hevur at gera við uppsøgnina av báðum flogternunum, sum áður umboðaðu felagið. 

Hetta tykist vera undrunarvert at eitt alment partafelag fer soleiðis við sínum starvsfólkum.

Gamaní er tað gott at man roynir at fáa føroysk sáttmálaviðurskifti í rættlag.

Men ger AA ikki mun á sínum starvsfólki við at vera so inkonsikvent? Altso at gera sáttmála við ein part av starvsfólkum og ikki ein annan í FPU. 

Tað hevði verið ynskiligt at fingið svar uppá spurningar sum hesar:

Sagt verður at nakrar av flogternunum skulu flyta arbeiðsstað. Hví er hetta ein optimering?

Viðvíkjandi viðurskiftnum hjá flogskiparunum, sum eru í starvi hjá AA: Hvussu ber tað til at AA ikki vil samráðast við FPU um viðurskifti hjá flogternunum, men bara um viðurskifti hjá flogskiparunum?

Eg meini so við - eg havi virðing fyri at leiðslan hjá AA roynir at liva upp til egin virði, har tað m.a. verður sagt, at “úrslitið er virðisskapandi fyri samfelagið og arbeitt verður við kompetentum og servicemindaðum starvsfólki”

Men nú alt hetta er komið fram í ljósmála standi eg spyrjandi og órógvar tað meg sum kunda og “medeigara” hjá AA. 

Álvaratos - hvat sjer?

Boði Haraldson

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo