Kærleiki eigur ikki at vera tað, tú væntar at fáa, men tað, tú væntar at geva - og tú mást geva alt
- Kathrine Hepburn
Lesarin skrivar

Nú fram kemur, sum nógv longi hava havt kunnleika um, at á Føroya Banka er nógvur fiskur, setti unndirritaði á fundi í fiskivinnuráðnum 27/2 2018 fram broytingaruppskot til uppskot nr 119 hjá Høgna Hoydal.

Uppskotið var at §1 stk 8 verður soljóðandi: §28 stk 2.Landsstýrismaðurin kann í kunngerð loyva tíðaravmarkaðri royndarveiðu við snellu, snøri, tráðu, línu, gørnum &troli eftir botnfiski og øðrum djórasløgum á Føroya Banka og gera nærri reglur um, hvussu hesin fiskiskapur verður skipaður, og hvørjir bólkar av fiskiførum kunnu gerast partur av skipani.

(Núverandi stk punkt 8 verður 9 o.s.v.).

Sum at sletta vatn á gás, einki broytt.

Havstovan gjøllheldur um, at Føroya Banki skal framhaldandi vera teirra ”akvarium”.

Sum í vennavold kann fóðra 1 møguliga 2 matstovur í Havn við ”Banka toski”.

Absalon í Buð,
Limur í   Fiskivinnuráðnum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo