Tað eru tveir marknasteinar í tilveruni hjá víðskygda journalistinum. Tá ið hann varnast, at eingin er áhugaður í sannleikanum. Og tá ið hann verður vísur í, at eingin er áhugaður í sannleikanum
- Høgni Mohr
local.fo

News in English

Bøkur

Nýggj bók frá forlagnum Leirkerinum, er komin út. Tað er amerikanski bíbliulærarin og rithøvundurin Warren Wiersbe, ið skrivaði bókina, og Páll á Lakjuni hevur týtt hana til føroyskt.
 
Warren Wiersbe varð føddur í amerikanska statinum, Indiana, 16. mai 1929 og andaðist 2. mai 2019, 89 ára gamal. Kona Warren æt Betty. Hon var eisini fødd í 1929 og doyði bert ein mánað eftir, at maður hennara var farin. Tey áttu fýra børn. Warren Wiersbe var kendur bíbliulærari og høvundur. Hann skrivaði meiri enn 150 bøkur. Eisini hevði hann bíbilskar sendingar í útvarpi.

Hann sá alsk sín til at lýsa og greiða frá Skriftunum sum eina gávu, Gud hevði givið honum øðrum til hjálpar. Hann segði einaferð soleiðis:

Fyri meg er skriving eitt starv. Eg eri ikki ítróttamaður. Eg eri ikki maskinsmiður. Tað er so nógv, eg ikki dugi, sum onnur megna so væl. Men eg dugi at lesa, granska, hugsa og læra. Tað er ein vøkur, undurfull gáva frá Gudi. Eg geri ikki annað enn at nýta tað, Hann hevur givið mær, til at læra onnur, og at geva Harranum Jesusi Kristi dýrd.

Sum heitið sigur, hevur Warren Wiersbe skrivað eitt stutt brot um hvønn kapittul í Nýggja Testamenti.

Páll á Lakjuni, sum hevur týtt bókina, siður soleiðis í formælinum:

Eg keypti bókina á enskum fyri nøkrum árum síðan. Gjørdist hugtikin av henni beinanvegin, eg fór at lesa í henni. Hesi smáu brotini – hesar viðmerkingar – til hvønn kapittul í Nýggja Testamenti dámdi mær so væl, at eg fór í holt við at týða tey til føroyskt. Eg havi eisini nýtt hana sum andaktsbók, hóast hon ikki beinleiðis er tað. At hava lisið ein kapittul í Nýggja Testamenti og síðan tað, høvundurin skrivar um hann, hevur verið mær til stóra signing.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo