Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Innlendis ítróttur

Dysturin var upprunaliga ásettur at skula spælast leygardagin 18. mai 2019. Dysturin byrjaði, men orsakað av veðri, bleiv dysturin avblástur. Vit fingu so boð við brævi tann 19. mai 2019, at dysturin skuldi spælast týsdagin 21. mai 2019 kl. 19:00. Hetta fyrireikaðu vit okkum og leikararnar uppá.

21. mai 2019, sama dag, sum dysturin skuldi spælast, fingu vit so nýtt bræv. Har varð skrivað, at dysturin nú var fyribils útsettur. Vit fingu boðini við teldupostinum niðanfyri og hetta var góðar 3 tímar undan at dysturin skuldi byrja. Hetta kom sera illa við hjá okkum.

Vit hava síðani frá Fótbóltssambandi Føroya fingið at vita, at orsøkin til, at dysturin varð útsettur, var at KÍ ikki fekk mannað lið til dystin 21. mai kl. 19:00.

Tað undrar okkum sera nógv, at tað skal bera til at fáa ein dyst fluttan, tí at tað ikki ber til at manna lið.

Vanliga hevur hetta ikki verið ein umbering, sum hevur verið góðtikin, tá tað ræður um at flyta dystir. Tá eitt felag ikki hevur fingið mannað lið og tí ikki er møtt til ein dyst, hevur fylgjan í nógv ár verið, at hetta liðið hevur verið dømt at tapa dystin.

B71 vil við hesum spyrja, um reglurnar nú eru broyttar, soleiðis at tað skal bera til at fáa dystir útsettar, tá tað ikki ber til at manna lið. Undir øllum umstøðum er her talan um eina nýggja siðvenju, sum als ikki er í samsvari við mátan, sum mál av hesum slagi hava verið viðgjørd.

Hjá einum lítlum felagi sum B71 við avmarkaðum fólkatilfeingi kemur meira enn so fyri, at tað er trupult at manna lið. Vit vilja nú fegin vita, um vit nú kunnu rokna við at fáa dystir fluttar við sera stuttum varsli, tá tað ikki ber til at manna lið. Tá tað ber til hjá einum av størstu feløgunum í Føroyum, KÍ, at fáa dyst fluttan, tá tað ikki ber til at manna lið, eigur hetta eisini at bera til hjá smærri feløgunum.

Vit biðja um eina frágreiðing um hetta frá Fótbóltssambandinum, so vit og onnur feløg í Føroyum vita hvussu vit skulu fyrihalda okkum í líknandi støðum.

Vegna Sandoyar Ítróttarfelag B71
Karl Vidtfeldt,
formaður

Viðv. móttiknum skrivi frá B71 23.05.2019

Vísandi til móttikið skriv í samband við útsetta dystin millum B71 og KÍ í 1. deild monnum, sum skuldi verða 21.05.2019, skulu vit siga soleiðis frá:

Tann 18.05.2019 bleiv 1. deildar dysturin millum B71 og KÍ avblástur, aftaná eitt stórt korter, fyri veður.

Kappingarnevndin ásetti dystin til at verða uppaftur tiknan týsdagin 21.05.2019. T.v.s. at lið og dómarar skuldu verða teir somu týsdagin 21.05.2019, sum tá liðini fóru av vøllinum leygardagin 18.05.2019.

Tá KÍ bert hevði 14 leikarar á dómaraseðlinum á Sandi leygardagin 18.05.2019, og tveir teirra vóru blivnir sjúkir, og onkur ikki slapp suður vegna arbeiði tann 21.05.2019, so gjørdi Kappingarnevndin av at ganga áheitanini hjá KÍ á møti, og útseta dystin fyribils.

Í miðal hendir tað kanska eina ella tvær ferðir um árið, at dystur verður avblástur og síðani uppaftur tikin, og tí var talan um serlig viðurskiftir, tá dysturin 21.05.2019 var útsettur fyribils. 

Um talan var um ein vanliga ásettan landskappingar- ella steypadyst, so hevði støðan og avgerðin hjá Kappingarnevndini helst verið øðrvísi.

FÓTBÓLTSSAMBAND FØROYA

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo