Tú lóggevur ikki tey fátæku til ríkidømi við at lóggeva tey ríku til fákækradømi
- Adrian Rogers
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

KvF sendi í gjárkvøldið sendingina ”Skattamálið”, ið viðgjørdi eitt skattamál hjá Eik, ið framvegis er til viðgerðar hjá TAKS.

Tað vórðu í sendingini settar fram grovar ákærur mótvegis Eik og leiðslu bankans. Eik Banki vil við hesum staðiliga afturvísa øllum ákærum mótvegis bankanum og leiðslu bankans.

Eik Banki vil gjarna leggja dent á, at Eik Banki ikki hevur roynt at villleiða nakran myndugleika, journalist ella nakran annan. Tí er tað sera harmiligt at banki og leiðsla verða løgd undir illgrunasama atferð mótvegis TAKS, nevnd og miðlum.

Eik Banki varð í samband við sendingina biðin um at svara uppá fleiri spurningar frá KvF. Hesum spurningum svaraði bankin, men KvF valdi ikki at viðgera hesar spurningar beinleiðis í sendingini. Tað er so teirra val.

Eik vil fegin vísa til spurningarnar frá KvF og serliga til svarini frá Eik. Spurningar og svar kunnu síggjast her

Súni Schwartz Jacobsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo