Eg havi lært hesa mótsøgn, at um tú elskar, til tú fært ilt, so hvørvur pínan, og kærleikin verður eftir
- Móðir Teresa
Lesarin skrivar

Í sperdu støðuni sum er, er skiljandi at tað er stór ørkymlan og frustrasjón millum leiðarar og starvsfólk á dagstovnaøkinum.

Eftir innslagið í D&V fríggjakvøldið 12. juli hava verið nakrar viðmerkingar, bæði frá Pedagogfelagnum og starvsfólkum á økinum.

Tað er lætt at verða misskiltur í einum stuttum sjónvarpsviðtali, og man fær ikki tíð at fara í dýpdina. Virksemið á dagstovnaøkinum er ov komplekst til at viðgera í 2-3min.

Ein misskiljing snýr seg um úttalilsið um at fáa aðrar starvsbólkar inn á økið. EIN gongd leið (millum nógv onnur átøk) er at um og tá lærarar og td. sálarfrøðingar starvast á økinum, so eiga hesir at verða løntir eftir pedagog sáttmálanum, ikki avvarðandi sáttmála. Og hetta er aktuelt á frítíðarskúlaøkinum, ikki á vøggu- og barnagarðsøkinum.

Annað evni er trygdin. Har standa vit í Tórshavnar kommunu framvegis inni fyri at tað er trygt at senda børn á dagstovn í kommununi. Starvsfólkatrotið er okkara størsti trupulleiki og vit lata ikki stovur upp, har tað ikki er nøktandi starvsfólkaorka og á øllum stovnum er námsfrøðilig leiðsla til staðar.

Viðv. normeringini er neyðugt, at vit dyrka tann partin, ið kann kallast fyrireikingartíð ella ‘tíð til annað arbeiði’. Hetta er serliga neyðugt nú, tá lutfallið er so skeivt í tímatali millum námsfrøðingar og hjálparfólk. Eg ynski, at vit fremja átøk, ið merkjast á gólvinum, við betri sømdum til tað námsfrøðiliga arbeiði.

Eg vil enn einaferð undirstrika, at vit skilja fult og heilt álvaran í støðuni og tað hevur hægstu politisku raðfesting at bøta um arbeiðsumstøðurnar á økinum. Saman við dagstovnaleiðarum, Pedagogfelagnum og øðrum avvarðandi pørtum fer umsitingin komandi tíðina at fremja ymisk átøk, sum eiga at fara at hjálpa.

Tó vóni eg tað er forstáilisi fyri, at vit kunnu ikki ganda í einari støðu, har arbeiðsmarknaðurin er so sperdur sum hann er í løtuni. Men vit vilja gera tað, vit megna, fyri at lætta um truplu umstøðurnar á dagstovnaøkinum.

Gunvør Balle
Forkvinna í mentamálanevndini

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo