Arbeið hart 8 tímar um dagin, so kemur tú helst í stjórasessin - og mást arbeiða 12 tímar um dagin
- Robert Frost
Innlendis ítróttur

Á aðalfundinum í vár tann 5. mai 2018 fer ÍSF við heiðurskjalið Poul E. Petersen’s at heiðra og viðurkenna eina eldsál, sum gjøgnum nógv ár hevur virkað fyri at fremja føroyskan ítrótt á serstakan hátt.

Poul E. Petersen (1901-1977), sum hevur lagt navn til heiðursskjalið, var ítróttarlærari, -ráðgevi, -rithøvundur og fyrsti formaður ÍSF. Eitt, ið eyðkendi Poul E. Petersen, var, at hann altíð var virkin fyri fjøldina og øllum ítróttagreinum, og hevur hann havt ómetaliga stóran týdning fyri alla ta føroysku ítróttarørsluna.

Heiðursskjal Poul E. Petersens varð fyrstu ferð handað í 2001. Endamálið við skjalinum er at heiðra fólkum, sum hava gjørt vart við seg og tænt ítróttini á serstakan hátt.

Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti ÍSF’s, sigur, at:

Eldsálirnar hava stóran týdning, bæði fyri ítróttarfeløgini, og fyri ítróttin yvirhøvur: Tað eru eldsálirnar, sum leggja ómetaliga orku í arbeiðið fyri, at ítróttarfeløgini kunnu virka. Uttan eldsálirnar ber als ikki til. Uttanlands frætta vit, at talið av sjálvbodnum er fækkandi. Neyðugt er, at hetta ólønta arbeiðið verður virðismett, og tí hava vit avgjørt aftur at lata heiðurskjal til eina eldsál, sum hevur gjørt sítt til, at felagsskapurin enn virkar. Vit mugu ikki gloyma felagsskapin í strembanini eftir tindunum.

Tað, at gera nakað fyri felagsskapin, er við til at styrkja sálarligu heilsuna og skapar trivnað fyri einstaka menniskja – hetta er partur av tí, sum ger lívið vert at liva - og er hetta eisini av teirri orsøk týdningarmikið at varpa ljós á, nú alt fleiri í nútíðar samfelagnum dragast við strongd, depressión v.m. Vónandi fara vit framyvir at síggja fleiri, sum átaka sær ymiskar óløntar uppgávur í feløgunum - bæði sær sjálvum og ítróttina til gagns. Tí jú fleiri jú betri, soleiðis, at fáu eldsálirnar ikki alt ov skjótt skulu brenna út.

ÍSF heitir hervið á sersambond, ítróttarfeløg og einstaklingar um at innstilla persónar, sum tit halda hevur uppiborið heiðurin og grundgevið samstundis fyri uppskotinum. Freistin at senda inn uppskot er mánadagin 16. apríl 2018.

Í nevndini, sum tekur avgerðina, sita:

Anna Rein, Heðin Mortensen, Marjun Kalsø, Óli Holm og Signar á Brúnni

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo