Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Heilsu-og Innlendismálaráðið: Seinasta freist hjá kommununum at taka avgerð um upptøku á vallista av føroyingum, sum lesa uttanlands, er leygardagin 10. august 2019. Heitt verður á allar føroyingar, sum lesa uttanlands, og sum ætla sær at útinna sín valrætt, um at bera so í bandi at søkja um upptøku á vallista skjótast gjørligt.

Til tey, sum flyta av landinum

Í hesum døgum eru eisini nógv, sum flyta av landinum í lestrarørindum. Um hesi vilja útinna sín valrætt, skulu tey antin ikki flyta fyrr enn eftir sjálvan valdagin tann 31. august 2019 ella flyta áðrenn leygardagin 10. august 2019 og samstundis søkja um at koma á vallista í tí kommunu viðkomandi flytur frá.

Um flutt verður av landinum í tíðarskeiðinum millum 10.- og 31. august 2019 , hevur viðkomandi ikki valrætt.

Tú kanst annars lesa meir um valrættin hjá lesandi uttanlands her. Her finnur tú eisini umsóknarblaðið til umsókn um upptøku á vallista.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo