Alt valdast: Ein maður í sólbrillum kom inn í ein handil. "Sum her er myrkt" var tað fyrsta, hann segði
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

Marglætis ferðamannaskipið Viking Sky, sum í gjár kom í álvarsligar trupulleikar útfyri norsku strondini, siglir nú við egnari maskinmegi. Eisini er veðrið heldur betri nú enn tað var í gjárkvøldið.

Eini 400 fólk eru nú flutt av skipinum, har tilsamans við manning 1373 vóru umborð tá skipið kom í havsneyð. Tað stóð so mikið illa til ta einu løtuna, at skipið var bara umleið 100 metrar frá at reka á land.

Fleiri av teimum sum eru flutt av skipinum hava fingið skaða. Norskir miðlar skriva, at 16 eru flutt á sjúkrahús við løstum, og hjá trimum er talan um álvarsligan skaða.

Skipið siglir nú ímóti Molde og støðan umborð er eftir umstøðunum góð, verður sagt.

Viking Sky hevur Føroyar á skránni ikki minni enn fýra ferðir í summar, fyrstuferð 2. juni tá tað kemur á Havnina.

Tá skip missa framdriftina í ringum líkindum fara tey at bólta meira nn annars, og tað sæst eisini á filmsbrotinum omanfyri, sum ferðafólk tóku  upp umborð á Viking Sky í gjár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo