At vera eydnuríkur er at hugsa rætt
- úr Børkuvísum
Innlendis ítróttur

Fyrrverandi FM vinnararnir Víkingur hava fingið fyrsta styrkin til komandi kappingarár, skrivar heimasíðan Bolt.fo.

Víkingur hevði eitt rokaligt kappingarár á venjarafrontinum í fjør. Fyrst var skotski Maurice Ross settur, men hann fekk skjótt fótin, og síðan tók Sigfríður Clementsen yvir restina av árinum, tó uttan at leiða Víking aftur á somu hæddir sum Sámal Erik Hentze árini frammanundan.

Nú er so Sámal Erik aftur í Víkingi, og fyrsti leikarin, sum Víkingur hevur gjørt avtalu við um at koma til felagið undir hansara leiðslu, er 30 ára gamli Hjartvard Hansen frá arvafíggindunum ÍF.

Hetta váttar næstformaðurin í Víkingi, Ólavur Thomsen, fyri bolt.fo.

Hjartvard spældi í ár sum miðverji við besta liðnum hjá ÍF, sum flutti upp í bestu deildina. Hann er uppvaksin í LÍF. Árini 2005-2015 spældi hann við besta liðnum hjá LÍF ella Víkingi. Hann er sambært FaroeSoccer skrásettur fyri 112 dystir í bestu deildini og hevur skotið 11 mál.

Hetta er fyrsti styrkurin uttanífrá til hópin hjá Víkingi. Næstformaðurin, Ólavur Thomsen, váttar, at arbeitt verður við at fáa meira styrk til Víking.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo