Læn heldur pening frá einum dapurskygdum. Hann væntar ikki at fáa teir aftur
- Oscar Wilde
Politikkur

Skrivligur fyrispurningur til Henrik Old, landstýrismann í Samferðslumálum.

1: Kann landstýrismaðurin kanna hvussu nógv bíligari tað er at hækka og breiðka verandi tunlar Norður um Fjall sammett við at gera nýggjar – hetta við atliti til at gera tað fíggjarligt møguligt at fara fyrr í gongd?

2: Hevur landstýrismaðurin nakrar ætlanir um at gera nakað við akutta tørvin á trygd í tunlunum, m.a. seta bummar uttanfyri, samskifti inni í tunlunum í neyðstøðu og neyðuga útgerð til sløkkiliðini at gera átøk inni í tunlunum.

Viðmerkingar
Nú er farið undir at gera tunnil til Viðareiðis og tað gleðast vit stórliga um. Útbyggingin av samferðsluni til norðasta partin í landinum steðgar ikki her, tí nýggir tunlar Norður um Fjall eru raðfestir í langtíðar samferðsluætlanini.

Verandi tunlar eru frá 1965 - 67 og verða sostatt skjótt 50 ára gamlir. Teir vóru gjørdir í eini heilt aðrari tíð. Teir eru alt ov lágir og smalir til tungu og øktu ferðsluna í dag. Teir eru einsporaðir og klára als ikki ferðsluna . Ferðslan í 1966-67 kann ikki sammetast við ferðsluna í dag anno 2015. Tunlarnir eru ein fløskuhálsur hjá verandi virksemi norðanfyri og fyri víðari menning í økinum.

Eg meti, at vit sum myndugleiki ikki kunnu standa model til hesar tunlar longur. Hugsi her serliga um trygdina. Hvat um ein álvarsom vanlukka hendir? Tá verða helst nógvar røddir frammi, um hví vit ikki fyri langari tíð síðan høvdu gjørt nýggjar tunlar ella víðka hesar?

Tað er sera nógv og tung ferðsla ígjøgnum tunlarnar. Førarnir á stóru akførunum koyra ígjøgnum við sera lágari ferð og við tunguni mitt í munninum fyri ikki at taka í kneysar, sum stinga út í síðunum, ella fyri at taka uppundir loftið. Nógv av stóru tungu akførunum í dag sleppa ikki ígjøgnum og tað eru førarar, sum helst vilja sleppa frá at koyra ígjøgnum.

Hvat um sjúkrabilur, sløkkiliðsbilur ella politið skulu neyðsendarkoyring ígjøgnum, samstundis sum hesi stóru akførini eru inni í tunlinum. Tá kann skjótt enda galið, bæði har sum tørvur var á hjálp og inni í tunlinum.

Akførini blíva støðugt hægri og breiðari, so tað er ongantíð ov skjótt at gera okkurt við støðuna, sum er akut nú.

Ferðslutøppur er næstan dagligur kostur í tunlunum orsakað av stóru tungu akførunum, sum ikki sleppa inn á møtiplássini. Hvar er trygdin tá?

Trygdin í tunlunum Norður um Fjall er ikki raðfest serliga frammalaga. Har er t.d. ongin bummur uttanfyri, sum kann steðga ferðsluni um okkurt er áfatt inni. Har er ongin antennuútgerð til sløkkiliðið at samskifta við, ongin ventilatión. Hartil hava sløkkiliðini ikki neyðugu útgerðina til at gera eitt átak í tunlunum. Hetta er útgerð sum LV hevur skyldu at skaffa. Um eldur kemur í ein bil inni í tunlinum so er ivasamt um sløkkilið sleppur framat bilinum.

Verandi tunlar eru so lágir, at tað ber ikki til at seta ventilatión og ordilig ljós uppundir loftið.

Í verandi langtíðaríløguætlan eru tunlarnir Norður um Fjall raðfestir til 2021 – 24, men eg meti tað sum ábyrgdarleyst at bíða so leingi. Vit verða noydd at framskunda hetta við atlitið til trygdina og øktu tungu ferðsluna.

Rættarnevndin var í Sveis í mai mánaða 2013 við tí fyri eyga at kunna okkum um tunnilsgerð har. Vit spurdu inn til møguleikar við at hækka og breiðka tunlar ístaðinfyri at gera nýggjar. Har bleiv upplýst, at tað var bíligari at hækka og breiðka tunlar samanborið við at gera nýggjar. Tað vóru tó ymisk viðurskiftir í hvørjum einstøkum føri, sum høvdu ávirkan á hetta, m.a. hvussu nógvar tímar teir sluppu at arbeiða um døgnið. Sum útgangspunkt var tað bíligari at víðka tunlar samanborið við at gera nýggjar.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
løgtingslimur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo