Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Lesarin skrivar

Tað tykist sum um samgongan í Tórshavnar býráð ikki vil varðveita náttúrufrítíðarskúlan Spíran, ein frítíðarstovnur í tí fría, sum er tann einasti av sínum slag í Tórshavnar kommunu.

Á býráðsfundi hóskvøldið var náttúrufrítíðarskúlin Spírin á skrá, tað var undirritaða og Bjørghild Djurhuus, limir í mentamálanevndini, sum vegna andstøðuna høvdu biðið um at fáa málið á skrá.

Tað, sum millum annað eyðkennir Spíran, er at børnini læra um náttúruna, brúka og virka í henni. Har er felags ábyrgd av djórahaldinum, jarðdyrkan, hegning og bygging. Har tað ber til, verður alt framleitt á teirra egna verkstað, sum tey brúka til viðlíkahald og bygging av búrum og húsum til djórini. Hvør dagur hevur nýggjar upplivingar við sær, og hvønn dag starvast framúr dugnalig starvsfólk á stovninum og finna uppá alt millum himmal og jørð saman við børnunum.

Men tað tykist sum um at hetta vil samgongan í Tórshavnar býráð ikki. Framført var á býráðsfundinum, at málið var ikki klárt enn. Men samgongan hevur haft ríkiligt av tíð, tí á fundi í Mentamálanevndini tann 11 apríl í 2018 bleiv samtykt at umsitingin skuldi koma við uppskotum sum skuldi verða liðugt í september 18.

Nú hava vit skjótt oktober 2019 og einki uppskot er komið enn. Tískil tykist tað sum um at samgongan vil niðurleggja Spíran sum náttúrustovn.

Hetta er stór spell, tí tað eru nógv foreldur og børn sum eru sera glað fyri stovnin. Og starvsfólkini hava greitt mær frá, at tað hendir meir enn so, at til dømis børn sum hava haft ymiskar trupulleikar hava fingið tað nógv betri eftir tey eru komin á náttúrustovnin Spiran.

Tórshavnar kommuna skal sjálvandi hava ein góðan náttúrustovn sum Spíran. Fyri tað um Skúlin á Fløtum fer at bjóða frítíðarskúla til sínar næmingar, er ikki neyðugt at niðurleggja henda so heilt serstaka stovn.

Tvørturímóti átti tað at staðið øllum børnum í kommununi í boði. Vit hoyra dag og dagliga um, at tørvur er á stovnsplássum í Tórshavnar kommunu, og vit hoyra eisini dagliga um at børn verða ørkymlað av at nýta nógva tíð á teldlum. Tað er í øllum førum ikki so í Spíranum. Her fær mann veruliga náttúruna undir húðina og er tað balsam fyri sál og sinn.

Tilmælið hjá andstøðuni var at varveita náttúrufrítíðarskúlan Spíran sum hann er. Men málið bleiv beint aftur í nevnd, hóast mítt ynski var at avgerð bleiv tikin um at Spírin varð varðveittur. Tískil er ógreitt um børnini sleppa at ganga á  náttúrufrítíðarskúlanum Spíranum aftaná summarferiuna 2020. 

Meira er at lesa um Spíran á: www.nattura.fo

Halla Samuelsen
Býráðslimur fyri Javnaðarflokkin í
Tórshavnar kommunu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo