Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek
local.fo

News in English

Útlendis ítróttur

Frank Lampard, Steven Gerrard og Rio Ferdinand, tríggir av "Golden Generation" leikarunum, hjá Onglandi, viðurkenna nú, at tann náðileysa kappingin ímillum ensku stórfeløgini - Chelsea, Liverpool og Manchester United - var viðvirkandi til, at enska landsliðið tíðliga í 2000-talinum aldrin náddi tær hæddir, sum tað, sambært teimum, átti at gjørt.

Hetta kom fram eftir dystin í gjár ímillum Liverpool og Chelsea, har teir tríggir vóru viðmerkjarar hjá sjónvarpsrásini BT Sport.

Við BT Sport segði Rio Ferdinand, sum eitt nú spældi við Leeds United og Manchester United, millum annað, at...

- Tað handlaði um trongdina eftir at vinna. Eg vildi ikki hava, at Frank skuldi vera frammanfyri meg. Tað var tað sama við Gerrard og Onglandi, tá vit kappaðust ímóti Liverpool um enska meistaraheitið. Eg havi ongan hug at sita og drekka eina øl saman við honum og hoyra um, hvat Liverpool gjørdu. Eg haldi, tað var tað, sum helt okkum aftur við enska landsliðnum.

Og Frank Lampard, sum spældi við Chelsea meginpartin av sínari yrkisleið, legði aftrat, at...

- Vit hataðu ikki hvønn annan, men helt náttúrliga so sótu vit við hvør sítt borð.

Hoyr alla samrøðuna ímillum teir tríggjar her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo