Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Felagið Heimafriður heitir nú á kommunur og reiðaríir um at skipa so fyri, at jólafriður verður á jólum

- Í fjør og undanfarin ár hevur verið so nógvur gangur frá skipum í ávísum havnum, at fólk hava ikki fingið heimafrið á jólum.

- Undanfarin ár hava summi verið so sperd av ganginum, at tey hava verið noydd at flýggjað úr egnum heimi á jólum, skrivar Heimafriður í almennari áheitan, har felagið heitir staðiliga á kommunurnar, sum varða av havnunum, um saman við reiðaríunum at finna loysnir, ið tryggja fólki jólafrið.

Felagið vísir í hesum sambandi til halgidags-og umhvørvislógirnar. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo