Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Lesarin skrivar

Handa gallupkanningin hjá Vágaportal sigur okkum meir, enn sjálv tølini.

Spurt verður, um tú tekur undir við loysing, sjálvt um vit so "missa" danska ríkisstuðulin 640 mió kr.?

Stórur meiriluti sigur "NEI"!

Hvat er meðni vorðið av stoltleikanum hjá føringum, at vit skulu klára okkum sjálv?

Tá vit í síni tíð settu okkum fyri at taka loysing, aftaná fólkaatkvøðuna í 1946, varð tjóðveldisflokkurin stovnaður. Høvuðsbulurin í politikkinum var fiskivinnan.

Um fiskimaðurin fekk neyðug rættindi at veiða í okkara heimshøvum uttan avmarkingar, so vildu vit vinna á armóðini og klára okkum sjálvi!

Hesin so málreysti sjálvstýrisflokkurflokkur hevur síðan  skift ham!

Nú er høvuðsstovnurin í veljaraskara hansara fastlønt fólk við tryggleika í landskassanum.

Onki ringt um hesi fólk, ið vónandi gera sítt arbeiði sambært sáttmála, men verri er við inntøkugrundarlagnum hjá tjóðveldinum, fyri at tryggja lønarútreiðslurnar.

Nú verður farið óbeinleiðis í lønarpuljuna hjá fiskimonnunum við kravi um ymisk avgjøld av veiðini í landskassan.

Men hetta verður stokkutur hiti, ein og hjá gívrini, ið pissaði í sokkarnar.

Tað eru glottar at hóma við mótmælinum av Tvøroyri, men spurningurin er, um samgongan ikki longu er komin ov langt?

Eyðun Mohr Viderø
‎16-‎03-‎2018

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo