Tú veitst ikki, hvat tú veitst, fyrrenn tú veitst, hvat tú ikki veitst
- Lawrence J. Peter
local.fo

News in English

Tekstlýsingar

Umhvørvisstovan fyrisitur, ráðgevur, miðlar, mennir og granskar innan øki, ið hava stóran almennan áhuga og hægstu politisku raðfesting í Føroyum og um allan heim.

Umhvørvisstovan arbeiðir við tí minsta bitlinum og teimum størstu yvirskipaðu politisku spurningunum. Stjórin skal duga at miðla sambandið harímillum og soleiðis føra Føroyar fram á umhvørvisleið.

Umhvørivsstovan mennir og varðveitir nógvar av dýrastu dátunum, sum vit eiga, og sum nú skulu gerast høvuðstilfeingi í talgildu menningini av samfelagnum. Stjórin skal ganga undan at skipa stovnin og tænasturnar soleiðis, at borgarar og vinna smidliga kunnu gagnnýta hetta tilfeingið.

Á Umhvørvisstovuni er ein stórur og fjølbroyttur starvsfólkahópur við týðandi serkunnleika og nógvum samskifti til virki og borgarar og í almenna rúminum.

Førleikakrøv
Stjórin skal vera kandidatur frá lærdum háskúla ella hava útbúgving og royndir, ið kunnu javnsetast við slíka útbúgving.

Stjórin skal vera ein góður, royndur og týðiligur leiðari, ið kann tryggja, at starvsfólkini trívast, og at stovnurin verður mentur til fulnar á øllum økjum. Tað er umráðandi, at stjórin dugir væl at raðfesta og at sýna fíggjarligt skynsemi. Á einum stovni við so breiðum arbeiðsøki er tað umráðandi, at stjórin er savnandi og megnar at skapa áhuga og virðing fyri stovninum sum heild og eisini fyri hvørjum arbeiðsøki sær.

Stjórin skal hava gott politiskt tev og góð evni at samskifta í almenna rúminum og beinleiðis við føroyskar og útlendskar myndugleikar, vinnugeirar og yrkisbólkar, eins og hann skal veita landsstýrinum góða, framskygda og álítandi ráðgeving.

Setanartreytir
Starvið verður lønt ájavnt 38. lønarflokki hjá Tænastumannafelag Landsins, tó uttan at vera tænastumannastarv. Setanarøkið fevnir um øll stjórnarráð og stovnar, ið vísa til teirra.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Herálv Joensen, aðalstjóra í Umhvørvis- og vinnumálaráðnum, á telefon 55 60 90 ella við at skriva til: uvmr@uvmr.fo

Umsóknir skulu vera Umhvørvis- og vinnumálaráðnum í hendi í seinasta lagi 10. desember 2019.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo