Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa
Onnur tíðindi

Nógvi vindurin sum vit hava nú fer at halda sær í allan dag. Tað vil siga stormur, um 25 metrar  um sekundið, í hvirlunum upp í 29 ms. Ættin verður ímillum útsynning og vestan.

Vit kunnu rokna við onkrum skúrum men eisini løtum við sól.

Hitin í dag um 6 - 8 stig, men sum frálíður kaldari og í kvøld niður í 3 stig og kanska kaldari í fjøllunum. 

Nógvi vindurin heldur á til einaferð í morgin árin, tá hann minkar nakað og seinnapartin í morgin verður hann 12-15 ms. Í morgin verður nógv avfall, fyrst sum vátaslettingur, seinni sum regn. Ættin í morgin verður fyri tað mesta beinur vestan.

Sunnudagin framvegis fitt av vindi vestan, 15-20 ms, eitt sindur av regni ella vátaslettingi, serliga fyrrapartin.

Vikan sum kemur verður eisini merkt av nógvum vindi, millum útsynning og útnyrðing.

Her sæst ein livandi teldugjørd mynd av vindinum sum hann er júst nú.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo