Dárin heldur væl standa til, um tað er eydnast honum at svara onkrum illa aftur
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

Tað at eiga hægsta boð á einari uppboðssølu er hvørki trygd fyri kappingarføri ella avlopi. Sum oftast er tað beint mótsætt.

Nú spenningurin um uppboðssølu av fiskirættindum er í hæddini, er kanska passandi at vísa á, hvat úrslitið vanliga er av slíkari uppboðssølu.

Nú fari eg í stuttum at greiða frá, hvat hendi fyri uml. 20 árum síðan, tá uppboðssøla var av rættindunum til mobilt telefonnet í Europa og USA.

Hetta hildu fleiri lond verða eitt gott hugskot at bjóða út. Men sjálvandi hugsaði eingin um, at tað er kundin, sum at enda fær rokningina. Palliba skal gjalda. Antin betalur hann alt ov nógv fyri telefonsamtalur ella eisini hækkar rentan á húsalánum og brúkslánum, soleiðis at bankin fær tað aftur, sum hann hevur mist aðrar vegir, um ikki skrædlið er so stórt, at landskassin má yvirtaka bankan og senda rokningina til palliba.

So at siga øll feløgini, sum vunnu á uppboðssøluni brendu fingrarnar. Nógv av teimum so illa at tey eru ikki til meira. Áðrenn vit koma til katastrofuna hjá teimum 13 vinnarunum av uppboðssøluni skrivi eg nøkur orð um hvat hendi í Europa. Og tað var nógv verri enn í USA.

British Telecom, France Telecom og Deutche Telecom hava økt skuldina munandi tí tey bjóðaðu alt ov nógv á uppboðssøluni. Skuldin hjá British Telecom øktist 171 millardir úr 81 milliardum upp í 252 millardir. France Telecom økti skuldina við 104 milliardum og Deutche Telecom økti sína skuld við 134 millardum. Vodafone økti sína skuld 40 milliardir. Felags fyri allar var at skuldin øktist nógv og rentan á lánum hækkaði.

Men ein minst líka stór avleiðing fyri hesi stóru feløg var, at tey ikki høvdu pengar til at gera íløgur fyri. Tey vóru eisini so veik, at tað bar ikki til at hækka partapeningin. (uttan at virði hjá verðandi eigarum fór fyri einki.) Tí blivu íløgur ikki gjørdar og útjaðarar hava avolda net og vánaligt og í støðum einki mobiltelefon samband.

Í USA vóru 13 vinnarar av rættindum, sum seld vóru í 1995-1997.

Úrslitið hjá teimum var soleiðis:

AT&T Wireless   Stórt felag, fleiri virkisøkir og er til enn

AlTel Mobile 
    Stórt felag, sum bert keypti smávegis

Next Wave Communications    Konkurs árið eftir

Pacific Telesis Mobile   Vánalig fíggjarstøða og selt í 1997

PCS Primeco
      Deilt sundur millum onnur, Fallit

DCR PCS       Konkurs 1997

GWI PCS 
     Konkurs Januar 1998

BD-PCS       Insolvent

C.H.-PCS     Insolvent

OmniPoint     Vánalig fíggjarstøða, samanlagt 1999

Magnacom Wireless     Konkurs 1998

Sprint Com         Stórt felag, til enn. Keypti smávegis rættindi

Bell South Wireless
    Stórt felag, til enn. Keypti bert smávegis

Upplýsingarnar havi eg fingið frá ymiskum keldum. Harímillum onkrari bók.

Og slíkt ætlar onkur at lokka nýggjar aktørar til.

Enntá við at selja rættindi upp á krit!

Landskassin fær einki.

Nýggju aktørarnir missa alt teir eiga.

Teir einastu sum fáa nakað burtur úr verða advokatar við speciali í konkursrætti.

Eivind Jacobsen
Strendur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo