Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones
Innlendis ítróttur

Ríðisambandið: Tað kann tykast at sindur óskiljandi fyri reiðfólk og onnur við áhuga fyri ítróttini, at nummar eitt í einari kapping ikki kann umboða Føroyar uttanlanda, men bæðir nummar tvey, trý, ja øll hini sum vóru við í stóru gongulagskappingini seinasta vikuskiftið kunna umboða Føroyar uttanlanda. 

Tá hetta hendur í føroyskum ítrótti er orsøkin vanliga tann at talan er um útlendingar sum búgva og kappast her í landinum. Men í hesum døminum er støðan tann øvuta, Strákur úr Marknagili, er sum navnið bendur á aldur í Føroyum, meðan allir kappingarneytarnir hendan dagin eru aldir uttanlanda. 

Orsøkin til at Strákur ikki sleppur av landinum at kappast, er tann at Heilsufrøðiliga Starvsstovan herfyri strammaði upp á lógartulkingina av ES lóg um flutning av rossum millum Føroyar og ES.

Trupulleikin er sum skilst at starvsstovan ikki longur metir at nakar myndugleiki í Føroyum hevur loyvi at skriva neyðug pass til ross sum eru ald her á landi. 

Í skrivið til tey sum takast við rossaflutning sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan, at tey vegna vantandi arbeiðsorku ikki fáa gjørt nakað við trupulleikan og vísa til at tey hava kunnað Uttanríkis- og Vinnumálaráð um trupulleikan.

Formaðurin í Ríðisambandinum, Brandur í Dali, sigur seg vera sera harman um støðuna og at hann fer at kannna um tey fáa gjørt nakað við málið, m.a. við at biðja um fund við avvarðandi myndugleikar.

Brandur í Dali sigur eisini at hann ikki lastar starvsstovuna fyri teirra støðutakan, tey tulka lógir eftir besta førimuni, og tað er helst tað tey eru ætlaði at gera.

Samstundis harmast formaðurin í Ríðisambandinum tó um, at tað í hesum førinum skal hava so stóra ávirkan á ríðiítróttina, at politikarar og embætisfólk ikki hava megnað at loyst henda trupulleikan.  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo