Tað einasta tíðarskeiðið, ein kvinna veruliga kann broyta ein mann, er meðan hann er smábarn
- Natalie Wood
Tiltøk

Mikukvøldið 18. apríl kl. 20​ bjóðar Suðuroyar Fólkafloksfelag til almennan fund á Segl loftinum undir yvirskriftini “Nokk er nokk”.

Sambært Fólkaflokkinum eru eitt ótal av avgjøldum løgd á vinnuna seinastu tíðina.

- Sitandi samgonga hevur lagt eitt ótal av gjøldum á vinnuna. Millum gjøldini, sum samgongan hevur lagt á vinnuna, eru bensin- og dieselavgjaldið á akfør, avgjaldið á smyrjiolju, vektgjaldið á akfør hækkar, heilsutrygdargjaldið, tinglýsingaravgjaldið, umhvørvisavgjald og kringvarpsgjald, sigur Suðuroyar Fólkafloksfelag.

- Ætlanin nú er at hækka gjaldið til Samhaldsfasta einaferð enn. Talan er um fleiri hundrað milliónir krónur hvørt ár. Harumframt eru fleiri hundrað milliónir í gjøldum lagdar á fiski- og alivinnuna. Hetta er ein vinnufíggindaligur politikkur, sum kemur at kosta vælferð í framtíðini, sigur felagið.

Framløgur verða frá Símun Jóannesarson Hansen, Jørgen Niclasen, floksformanni og Jacob Vestergaard, løgtingsmanni.

Fundurin byrjar klokkan 20.

Suðuroyar Fólkafloksfelag

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo