At kenna seg eydnuríkan uttan at vita hví ... tað man vera ein hin reinasta gleðin
- úr Børkuvísum
Tiltøk

Mikukvøldið tann 16. januar klokkan 19:00 eru fimm áhugaverdar íverksetarafyritøkur, sum arbeiða út frá Hugskotinum í Tórshavn, bjóðaðar norður til Klaksvík at leggja sínar verkætlanir fram á tí fyrsta almenna vinnukvøldinum í Spaniastovu í 2019.

Talan er um nýggj hugskot og verkætlanir, sum eru komnar í gongd.

Vit kunnu tí siga, at vit standa á gáttini til framtíðina og fáa eina ábending um, hvussu og hvat framtíðar vinnulívsfólk arbeiða við - í dag.

Íverksetararnir fara at presentera síni hugskot og greiða frá, hvørjar møguleikar hetta fer at geva. Harumframt fara Sóley Heradóttir, umsitari í Hugskotinum, og Sigrún Jónsveinsdóttir, stjóri í Íverksetarahúsinum, at greiða frá teirra virksemi.

Tær fimm íverksetarafyritøkurnar eru TechCare, sum arbeiðir við at hjálpa eldri og óhjálpnum borgarum til at búgva trygt heima sum longst. SafeFriend hevur ment eitt lítið tól tú kanst hava við tær allastaðni og sum kann boða røttu fólkunum frá, hvar tú ert og hvørjari støðu tú er í. A4 er ein nýggj fyritøka sum hevur spesialiserað seg í effektivum veitingum til føroyskt vinnulív. Combine-it er ein fyritøka sum veitir tænastur innan KT og ráðgeving. Tosa er ein nýggja tele fyritøka, sum er á veg inn á tann føroyska marknaðin á einum heilt nýggjum grundarlag.

Fundurin verður settur av formanninum í Vinnu- og havnarnevndini í Klaksvíkar býráði Tummasi Lervig tann 16. januar kl. 19:00 og er opin fyri almenninginum.

Meiri um íverksetarafyritøkurnar:

TechCare
Visiónin hjá Techcare er, at vit við tøkni kunnu hjálpa eldri og óhjálpnum borgarum at búgva trygt heima sum longst. Á henda hátt kunnu vit geva meira sjálvræði til borgaran. Tey avvarðandi fáa vissu fyri, at teirra nærmastu hava tað gott og kunna fylgja við í dagligdegnum og fáa greiða kunning um støðuna. Heilsuhjálparar fáa eina meira tilvitaða tilgongd til arbeiðið, og kunnu tí veita eina enn meira dygdargóða tænastu til allar borgarar.

Fyritøkan mennir fyri tað mesta software, men eisini tilhoyrandi hardware produktir. Fyritøkan hevur í dag 10 fólk í starvi, harav tey fimm eru lesandi á Fróðskaparsetri Føroya.

SafeFriend
Hendan verkætlanin byrjaði sum eitt hugskot á Startup Sandoy í 2013 og er síðani ment til eitt ítøkiligt produkt.

Tað er vinnarin av Creative Business Cup Føroyar, Sverre Nolsøe, sum luttók á altjóða íverksetarakappingini í Keypmannahavn 25 - 27. november í ár, sum rekur fyritøkuna. Verkætlanin gongur út uppá, at tú við at trýsta á ein knøtt á einum lítlum tóli skjótt og effektivt kanst boða familju, vinum og øðrum frá tíni støði og hvar tú ert. Tú kanst hava SafeFriend í lummanum, í lyklatyssinum ella onkustaðni, sum passar tær, soleiðis at tú altíð hevur tað við hondini.

Sverre heldur, at øll í samfelagnum hava rætt til at kenna seg trygg og fræls, allastaðni, og við SafeFriend hevur tað ongantíð verið lættari.

SafeFriend fæst longu nú til keyps á safefriend.com.

A4
A4 er ein veitari til føroyskt vinnulív, sum hevur lyft logistikkin eitt sindur upp við at redusera innkeypið hjá eini fyritøku til sjálvan ordran. Alt annað verður gjørt av A4. Teir finna besta prísin, syrgja fyri flutninginum og fáa vøruna inná hillarnar hjá kundunum.

Combine-it
Combine-IT byrjaði sum ein einstaklinga fyritøka í 2006, ið hevði sítt sæti í Danmark. Fyritøkan er kend fyri at veita KT tænastur, ráðgeving og verkætlanar leiðslu til størri og smærri fyritøkur í Føroyum, Danmark og kring heimin. Combine-IT kann átaka sær allar KT uppgávur ella tillaga eftir avtalu við viðskiftafólk. KT uppgávurnar hava verið sera fjølbroyttar.

Tosa
Tosa er eitt nýtt telefonfelag, ið er á veg inn á føroyska marknaðin.

Við fokus á at skapa fjølbroytni og lækka kostnaðin á fartelefon og breiðbandi, ætlar Tosa veruliga at gera um seg og skapa broyting á føroyska telemarknaðinum.

Persónarnir handan Tosa greiða frá ferð teirra, sum er merkt bæði av mótgangi og viðgangi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo