Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku
Onnur tíðindi

Á myndini síggjast næmingarnar saman við trýsttangatoyminum eftir venjingarnar

Tá vinnukavarar útbúgva seg í Føroyum, skulu hesir sambært krøvunum frá mynduleikunum avgreiða venjingar í einari trýsttangaskipan.

Lættir kavarar skulu niður á 30 metra dýpi, og slangukavarar skulu niður á 50 metra dýpi.

Niðri á dýpinum/trýstinum skulu næmingarnir loysa ymiskar uppgávur.

Fríggjadagin skipaði føroyski kavaraskúlin saman við trýsttangatoyminum hjá Landssjúkrahúsinum fyri einari slíkari venjing. Venjingarnar gingu av tí allar besta, og stóðu allir næmingarnir royndirnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo