Summi spreiða gleði allastaðni har tey koma. Onnur, tá tey fara
- Oscar Wilde
local.fo

News in English

Politikkur

Nú fráfarandi vinstrasamgonga ætlaði at fjólga enn meir um almenna bústaðarfelagið Bústaðir við heili 200 milliónum í lániheimild.

Tíbetur kláraði vinstrasamgongan ikki eingang sjálv at fáa hetta uppskotið raðfest og samtykt áðrenn tingið fór til hús.

Tað er staðfest, at almenna felagið Bústaðir hevur munandi betri karmar at virka undir enn tilsvarandi vinnulig útleigufeløg.

Bæði tá talan er um møguleikan hjá Bústøðum at keypa bílig kommunal grundøkir umframt óvanligar sersømdir við almennum kapitali, bíligum fíggingarmøguleikum og óvanliga lágum kravi um renting av eginogn.

Bústaðir eigur eftir mínum tykki frameftir í størri mun enn í dag at hýsa familjum og eldri borgarum, sum veruliga eru í trongstøðu, og sum ikki hava nakran møguleika at ogna sær ein bústað á privata marknaðinum.

Tá vil Bústaðir veruliga røkja sína uppgávu enn betur í samfelagnum.

Privata vinnan eigur hinvegin at fáa javnbjóðis treytir í kappingini við almenna bústaðarfelagið Bústaðir.

Vit hava í Føroyum fleiri vælrikin byggifeløg umframt fíggjarliga sterk íløgufeløg, sum uttan iva í størri mun enn í dag vilja fara undir íbúðarbygging, um treytirnar verða gjørdar lagaligari, serliga viðv. eginfigging og lánsfígging av slíkum verkætlanum.

Vildi tað ikki verið eitt frálíkt hugskot hjá føroysku pensiónsfeløgunum, eitt nú LÍV og Betri Pensión, at víst veruligt samfelagssinni og veri við at figgja bygging av leiguíbúðum bæði til barnafamiljur og eldri borgarar í Føroyum.

Á hendan hátt kundi partur av okkara felags pensiónspeningi veri brúktur at nøkta stóra íbúðartørvinum runt um í Føroyum.

Er hetta ikki ein góð sak?

Og er hetta ikki just í tráð við sokallaða CSR politikkin (Corporate Social Responsibility) hjá slíkum feløgum?

Hetta vil gagna føroyska samfelagnum, men hetta vil fyrst og fremst verða við at hjálpa tí vaksandi talinum av borgarum, sum í dag lítlan ella ongan møguleika hava at fáa sær ein hóskandi bústað.

Birgir Nielsen,
Valevni hjá Fólkaflokkinum til komandi løgtingsval

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo