Tað gagnar lítið at kenna prísin á øllum, um ein ikki kennir virðið á nøkrum
- Albert Einstein
Merkisdagar

Mikukvøldið 6.mars stóðu tríggir mans endaligu royndirnar sum vinnuligir kavarahjálparar.

Á einum kavaratoymi er lógarkrav, at tað eru minst trý fólk. Tvey av teimum skulu hava vinnubræv frá føroyska Arbeiðseftirlitinum, kavarin og kavarahjálparin.

Á myndini síggja vit næmingarnar saman við próvdómara og lærara eftir seinastu royndina. Frá vinstru síggja vit Janus Joensen, lærara, Jógvan Larsen, Hera Mørkøre, próvdómara, Ari Thorsvig og Ragnar Hansen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo