Kærleiki eigur ikki at vera tað, tú væntar at fáa, men tað, tú væntar at geva - og tú mást geva alt
- Kathrine Hepburn
Vinna

Blaðið “Vinnulívið”, ið varpar ljós á vinnufyritøkur í Føroyum, hevur skift eigara. Bergur Zachariasen, ið átti blaðið, er farin í annað starv og hevur í tí sambandi valt at selja fyritøkuna.

Hanus Samró, ið eigur og rekur Ó, hevur saman við Adami Andreasen, lýsingarstjóra á Vinnublaðnum, keypt blaðið. Avtalan varð undirskrivað í gjár.

- “Vinnulívið” er eitt gott og sterkt brand, sum hevur nógv ár á baki, og tá vit fingu møguleikan at keypa tað, ivaðust vit ikki. Tað er spennandi at fylgja føroyska vinnulívinum. Tað gongur væl, fyritøkur standa seg ikki bara væl í Føroyum, men eru eisini kappingarførar uttan fyri landoddarnar.

- Kjarnin verður tann sami. Vit fara framhaldandi at umrøða føroyska vinnulívið, men vit hava eisini nakrar ætlanir um, hvussu vit kunnu røkka einum uppaftur størri vinnulívsskara, sigur Hanus Samró.

Næsta “Vinnulívið” kemur út í heyst.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo