Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Lesarin skrivar

Føroyar hava nú í nøkur ár ligið og liggja framvegis á aldukambinum við nærum ongum arbeiðsloysi, góðum fiskiskapi, økjandi fólkatali, hækkandi lønarútgjaldingum og lutfalsliga góðum marknaðprísum. 

Hetta hevur havt við sær, at núsitandi landsstýri ger seg inn á vinnulívsfyritøkurnar, tí tað sær møguleikan fyri at “flyta” pening úr vinnuni og yvir í landskassan, meiri pening enn gott er. 

- Søgan hevur tó víst, at “allir dagar verða ikki sum hesir”.

Tølini ræða 
Búskaparráðið hevur gjørt sínar metingar, har víst verður á, at vøksturin  árini 2014-17 lá millum 6 og 7,5%, meðan roknað verður við, at hann verður 0,5% av bruttutjóðarinntøkuni 2018.

Sambært Hagstovuna  er útflutningurin fyrstu fimm mánaðirnar í 2018 sammett við 2017 lækkaður við umleið 500 mió. krónum, t.v.s. við 12% í virði og í nøgd stívliga 12 túsund tons ella 6%.

Hetta fer at síggjast aftur í Klaksvík, m.a. færri inntøkur hjá fyritøkum bæði í frumvinnuni og sum aftur ger seg inn á sekunderu vinnurnar, sum aftur ger seg inn á lønir til skipsmanningar og arbeiðsfólk á fiskavirkjum og øðrum fyritøkum við avleiddum vinnum, sum síðani fer at síggjast aftur í minkandi inntøkum í kommunukassanum!

Fyritøkurnar fána
Fyri fáum døgum síðani greiddi P/f Næraberg frá í KVF, at avlopið í felagnum fyri árið 2017 fór frá 17,7 mió. krónum í 2016 niður í 2.1 mió. krónur, hóast sølan var 63 mió. krónur hægri, samstundis sum felagið rindaði 81mió. krónur í tilfeingis- og uppboðssølugjøldum. 

Tað hevur eisini ljóðað, at “Sjúrðarberg” hevur gjørt sín seinasta túr!

Vit vita, at bæði P/f JFK og felagið hjá P/f Christiani í Grótinum, hava havt ætlanir um nýbygningar, men hava verið noyddir at útseta vegna óstøðugar politiskar ætlanir. Eisini vitsti portalurin hjá JN at siga nú um dagarnar, at bæði Christian í Grótinum og Norðborg rýmdu undan Eysturgrønlandi vegna fiskaloysi.

Grannar byggja, Føroyar bíða
Her kann leggjast afturat, at føroyski fiskiflotin er eldri og gamal og í mongum førum, innflyta vit eldri skip, sum grannar okkara kassera, tí teir byggja skip í fleiri-hundrað milliónakrónaflokkinum. 

Alt hetta tikið samfelt, sær ikki gott út og politisku átøkini móti fiskivinnuni koma í komandi ári at raka Klaksvík nógv meinari, enn vit duga at ímynda okkum. 

Tað kann tí tykjast ófatuligt, at tað eru teir føroyingar, ið ikki síggja álvaran í veruleikanum og hvussu vinnulívsfyritøkurnar í Klaksvík og gangi út frá í Eysturoynni veruliga líða undir núverandi viðurskiftum.

Jógvan við Keldu
Samskipari í Vinnulívsráðnum í Klaksvík

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo