Hvussu kann mann minnast tað, sum mann hevur gloymt?
- Jógvan á Fjørðinum
Lesarin skrivar

Vinstravongurin hevur seinastu árini nærmast tikið patent uppá bæði mentan og tað rúmliga samfelagið.

Men samstundis hevur hesin sami vongurin á ongan hátt rúm fyri einum rúmligum kjaki um hesi evni.

Tað sæst tíverri aftur og aftur, at er ein ósamdur ella setur ein spurnartekin við uppskot hjá ignoranta vinstravonginum, so eru tey skjót at leggja fólk undir at vera bæði eitt og annað.

Er mann ímóti kynskvoteringum ella fríari abort, so er mann kvinnuhatari.

Er mann kritiskur mótvegis móttøku av flóttafólki og immigratión, so er mann xenofob og racist.

Er mann kritiskur ímóti at kroysta vígslu av samkyndum inn yvir kirkjuna ella løgfrøðiligum kynsskifti, so er mann gud hjálpi mær homofob.

So tí virkar hettar fjølbroytta utopiska samfelagið, sum vinstravongurin hevur patent uppá, ikki til at verða nakað annað enn ein illusión.

Tí hesin sami vinstravongurin er altíð skjótur at stigmatisera og útihýsa teimum, ið liggja høgrumegin politisku miðjuna.

Eg loyvi mær at seta kritiskar spurningar við løgfrøðiligt kynsskifti, móttøku av flóttafólki, fría fosturtøku.

Men eg eri, hvørki racist, kvinnuhatari ella xenofob.

Ingi K. Midjord

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo