Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Krutl

Birkblogg: Í bók, sum Áarstova gav út í 2015, varð heitið vínvinir lýst. Endamálið var og er enn at skapa beinleiðis sambond millum suðurfranskar vínbøndur og føroyskar matstovur at para mat og vín.

Fyrsti vínvinur í føroysku bókini er Gérard Bertrand, sum eftir seytjan ár sum rugbyspælari burturav, tók vínbóndagarðin hjá pápanum í heimbýnum Narbonne á seg. Í dag er hann fremsti biodynamiski vínbóndi í Languedoc við fimtan vínbóndagørðum í egnum navni. Sølustjórin, Lambert Manden, vitjar í Føroyum í hesum døgum við konuni Làurel Manden, at siga frá um suðurfranska vínið og føroyska sambandið.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo