Nú á døgum eru tað bilarnir sum skulu vera av "góðari ætt"
- úr Børkuvísum
Útlendis ítróttur

Á vøllinum hevur Manchester United ikki stórt virði í løtuni, men uttanfyri setur felagið nýtt met, sambært Forbes.

Forbes skrivar at felagið er vert 4,8 milliardir dollarar, sum er nýtt met fyri felagið og kemst av at partabrævið hevur 55% meira virði nú enn fyri tólv mánaðum síðani.

Hetta hevur eisini við sæt at Manchester United nú hevur sama virði sum Dallas Cowboys, sum í juli var sagt at vera mest vert av øllum feløgum í heiminum. Og tað eisini sambært Forbes.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo