Eg havi onki ímóti at liva í eini mannfólkaverð, soleingi eg sleppi at vera kvinna í henni
- Marilyn Monroe
Lesarin skrivar

Tann altíð gløggi eygleiðarin Virgar T. Dalsgaard hevur enn einaferð rakt seymin á høvdið.

Hann ger vart við, at almennu Føroyar gloymdu at leggja ein krans á grøvina hjá V. U. Hammershaimb á 200 ára dagi hansara.

Hammershaimbættin kom til Føroya í 1725, og ringt man vera at finna nakran føroying, sum ikki er skyldmaður Vensils.

Tað var tí at Vensil settu fjøður á blað og gav okkara forfjónaða máli riddaraslag, at vit nú hava eitt mál, sum vit kunnu vera errin av. Vit kunnu tí øll fegnast um avrik hansara, og tað var í tøkum tíma, at vit høvdu hátíðarhald fyri honum á Nesi, í Sandavági, Kvívík og Tórshavn, so vit øll kundu gleðast um brøgdini hjá hesum dámliga manni.

Sjálvandi vita vit, at danir ikki vóru glaðir um tað hann gjørdi, tí teir vildu ikki hava, at vit skuldu hava nakað mál yvirhøvur. Tí var ikki at undrast á, at onkrir útlendingar førdu fram, at avrik Vensils einki høvdu upp á seg, tí hann hevði bara skrivað av tað onkur íslendingur hevði lagt fyri hann. Men tað Vensil gjørdi var jú at taka avgerðina um hvussu vit kundu skriva okkara mál soleiðis at vit kundu sjóða øll bygdamálini í eina heild, sum vit øll kundu taka til okkum sum okkara egnu. At tað tá var neyðugt at nýta tann kunnleika til norrønt, sum íslendingar høvdu, var fullkomuliga natúrligt, og at Vensil sá hetta og tí tók undir við Jákup Nolsøe, sum eisini helt at vit skuldu halda okkum til norrønt, er mikla hepni okkara.

At vit her á landi fegnast um Vensil og minnast til hann er gott. Men at vit ikki so mikið sum leggja ein krans á grøv hansara er at harmast um.

Hvør skuldi gjørt tað okkara vegna?

Danir hava gjørt av, at tveir menn sita á fólkatingi at umboða Føroyar. Vit hava ikki biðið um hetta, og vit hirða ikki so frægt sum at gjalda teimum nakað, men tað gera danir.

Tá hugsað verður um, at hesi umboð okkara hvør fáa millum tvær og tríggjar milliónir um árið, hevði tað ikki verið annað enn rímiligt, at teir kundu semjast so frægt, at teir kundu goldið hvør sína helvt av tí tað kostaði at leggja ein krans á grøvina hjá Vensil. So hevði teirra inntøka minkað við einum túsund krónum tilsamans, men tað hava teir so ikki hildið seg hava ráð til.

Kann tað vera tí teir ikki vilja nýta danskar pengar at heiðra okkara skyldmanni? Sagt verður jú at tann sum rindar fyri orkestrið ger av hvørji løg verða spæld.

Zakarias Wang

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo