Gakk ongantíð firtin longur, enn tað loysir seg
- Hans Pauli Johannesen
Vinna

Nevndin í Sandoy Seafood hevur tikið avgerð um, at virksemið á virkinum í Skopun hjá Sandoy Seafood steðgar.

Orsøkin er, at tað ikki er eydnast at fáa raksturin at bera seg, sigur nevndarformaðurin Hans Jákup Mikkelsen í fráboðan.

- Virkið keypir ikki meira rávøra, og fiskurin, sum er á virkinum, verður framleiddur, pakkaður og seldur. Eftir tað verður virkið stongt.

- Mowi Faroes og Delta Seafood eiga Sandoy Seafood.

- Mowi Faroes heldur fram við virksemi á Sandoynni. Eftir at Mowi Faroes í tveimum umførum hevur gjørt royndir á Sandsvág sum aliøki, fer felagið undir veruliga framleiðslu á Sandsvág, har felagið í august í ár fer at seta út í 6 aliringar.

- Sandoy Seafood takkar teimum starvsfólkum, sum hava arbeitt á virkinum í Skopun og ynskir teimum góða eydnu frameftir, sigur sigur nevndarformaðurin Hans Jákup Mikkelsen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo