Fávitska er rótin og leggurin til alt ilt
- Platon
Lesarin skrivar

“Okkara ungu hava ongantíð verið fittari, hampiligari og hjartaligari enn í dag”. Hetta sigur Signar í Homrum í grein í fjølmiðlunum. Eg kundi ikki verið meira samdur.

Harafturat eru tey stuttlig, fjølbroytt, farvurík, festlig, og til tíðir provokerandi - akkurát sum ungdómur skal vera.

Gamaní kemur tað fyri, at onkur drekkur ov nógv, og tað skulu vit ansa eftir, m.a. við upplýsing til bæði tey ungu og teirra foreldur. Tað liggur nevniliga eitt veldugt signalvirði í tí fatanini foreldur hava til alkoholnýtslu hjá teirra egnu ungu.

Men vit skulu ikki skera allan ungdómin yvir ein kamb og herða lógir, sum eru burtur úr vón og viti.

Helst eru fleiri foreldur, sum minnast aftur á egna alkoholnýtslu í ungum døgum, sum neyvan altíð var innanfyri mark. Flestu teirra gjørdust hóast alt vaksin uttan stórvegis avleiðingar.

Eg vil tí eisini siga sum Signar í Homrum: “slá kalt vatn í blóðið, ungdómurin hevur ongantíð verið fittari, hampiligari og hjartaligari enn í dag.”

Hav álit á teimum, og tey vísa okkum álit.

Ingi Mittún
næstformaður í Føroya Væl, Sambandsflokkurin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo