Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak
Innlendis ítróttur

Fróðskaparsetrið: Magni Mohr, professari á Fróðskaparsetrinum hevur skrivað nýggja yvirlitsgrein saman við øðrum evropiskum granskarum, sum ber heitið, “Protein-Based Supplementation to Enhance Recovery in Team Sports: What is the Evidence?”

Greinin er ein skipað yvirlitsgrein (systematic review) av kanningum um kostískoyti av proteini. Greinin er júst almannakunngjørd í tíðarritinum Journal of Sport Science and Medicine.

Kanningin vísir í høvuðsheitum, at proteinískoyti í kostinum sær út til at stimbra hvíldarprosessina (recovery) í vøddakyknuni og minkar um mongdina av mikroskaðum í kyknunum eftir dystir í liðítróttum.

Proteinískoyti minkar eisini um almennu brunastøðuna (inflammatión) í kroppinum eftir dystir.

Tó er ikki nóg sterk próvførsla fyri, at eyka protein í kostinum hevur jaliga ávirkan á kropslig avrik ella vøddafunktiónina dagarnar eftir dystir í liðítróttum.

Magni Mohr, professari á Fróðskaparsetrinum og Syddansk Universitet, sigur, at skipaðar yvirlitsgreinar og meta-analysugreinar hava alstóran týdning fyri at vita, hvussu sterk vísindalig próvførsla er fyri einum ávísum spurdómi.

”Tú kanst altíð finna einstakar kanningar frá einstøkum granskaratoymum, sum vísa á úrslit, ið peika ein veg, men tað er ikki fyrr enn, at tú samlar alt putlispælið í vísindaligu bókmentunum, at tú veruliga veitst, hvussu mest sannlíka niðurstøðan er”, sigur Magni Mohr.

”Kostískoytisídnaðurin er sera sterkur um allan heimin, og bara í USA er marknaðurin fyri proteinískoyti fyri ítróttarfólk í liðítróttum eina verdur umleið 35 milliardir føroyskar krónur. Tí er tað umráðandi at gera óheftar vísindaligar kanningar um hetta kostískoytið í veruleikanum riggar”, sigur Magni Mohr, professari, at enda.

Greinin kann lesast her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo