At vera føðilandsvinur er millum annað at royna at gjalda rokningar sínar rættstundis
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Forkvinnan í mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs sigur í dag, at talan var um eitt “ikki mál”, at Býarbókasavnið skuldi missa hølir á 4. Hædd.

Tað er ikki rætt. Undirritaða og andstøðan vónaðu, at talan var um eina misskiljing.

Men tað er eitt faktum, at tað var samtykt í bæði Mentamálanevndini og í Fíggjarnevndini at broyta ætlanina um útbygging av Býarbókasavninum soleiðis, at partur av 4. hædd skuldi brúkast til skrivstovu og ikki til bókasavn, sum ætlað.

Tað var eisini á skrá til Býráðsfundin, men bleiv tikið av skrá, vísandi til at forkvinnan í mentamálanevndini var burturstødd.

Vit í andstøðuni hava hvørki hoyrt orð ella eið um, at ætlanin er broytt. 

- Men vit fegnast um so er. 

Helena Dam á Neystabø, Javnaðarflokkurin í Tórshavnar Býráð 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo