At vera eitt sexsymbol er ein tung byrða at bera, serliga tá ein er móð, særd og ørkymlað
- Marilyn Monroe
Onnur tíðindi

Vanliga fatanin ímillum serfrøðingar og granskarar hevur leingi verið, at fólkatalið á klótuni fer at vaksa so nógv og hava so nógvar trupulleikar við sær, at tey sum taka avgerðir eiga at taka hetta í størri álvara.

Men ongin orsøk er til at stúra. Tí sjálvt um fólkavøksturin sum er leggur alsamt størri trýst á heimsins tilfeingi, so fer vøksturin at steðga, helst tá vit eru blivin eini 9, 10 ella 11 milliardir tilsamans. Tí tá hevur talið á nýføddum so at siga funnið eina fasta legu, skrivar Videnskab.dk.

Orsøkin er einføld. Alheimsgerðin ger, at heimsins lond fara at líkjast alt meira, og tískil fara kvinnurnar eisini at eiga færri børn í menningarlondunum so hvørt sum livivilkorini hjá teimum batna.

- Fertiliteturin dalar í so at siga øllum heimsins londum, so hvørt sum livikorini batna, fólk læra um fyribyrging, kvinnurnar koma út á arbeiðsmarknaðin og so framvegis, vísir eitt nú Flemming Konradsen, sum er professari í umhvørvisheilsu við Keypmannahavnar Universitet, á.

- Tá fólkatalið er komið uppá toppin fer tað aftur at ganga hinveg til tað finnur sína legu. Henda niðurgongdin er longu byrjað í fleiri ídnaðarlondum, verður eisini sagt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo