Vesæligari støðan, hvassari orðini
- V. Poulsen
Vinna

– Á Smyril Line gleða vit okkum til útbyggingina og harvið møguleikan at styrkja menningina av virkseminum í Hirtshals, sigur stjórin í Smyril Line, í sambandi við grein á VP fyrrapartin um, at nú er byrjað at byggja bygningin hjá Smyril Line í Hirtshals.

- Bæði bygningur og staðseting taka støði í, at vit vilja styrkja okkara støðu sum “fyrstvaldi” flutningsveitari í Norðuratlantshavinum. Nýggju umstøðurnar fara at gera tað lættari, betri og effektivari at avgreiða bæði ferðafólk, bilar og farm.

Vit breiðka um tænastustigið og fara sjálv at veita tær tænastur, ið higartil hava verið útveittar.

– Vit fáa betri føling við øllum liðum í tænastum okkara, og tað ger okkum før fyri at betra um tænastustigið, bæði hvat ið farmi og ferðafólki viðvíkur, sigur Rúni Vang Poulsen.

Bygningurin verður bygdur beint við Nordsøterminalin og sonevndu “Containerkajen” á havnalagnum í Hirtshals, har Norröna, Eystnes og Hvítanes hjá Smyril Line vitja hvørja viku.

Næsta stig á leiðini er at finna starvsfólk. Tey fyrstu eru longu komin, men enn mangla nøkur, ið væntandi verða sett seinni í ár. Eini 20-25 starvsfólk fara at verða knýtt at Smyril Line í Hirtshals.

Les eisini:

Farnir undir bygningin hjá Smyril Line í Hirtshals

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo